Um okkum

Global Dry Ice Fo bleiv stovnað í 2010, við tí endamáli at reinsa fyri blámusopp við turrís. Tað vísti seg skjótt, at turrísur kundi brúkast til nógv annað enn at reinsa fyri blámusopp.

Síðan tá hevur gingið framá, so vit nú eru serfrøðingar innan soppakanning og soppareinsing. Arbeiðsuppgávurnar eru blivnar fjølbroyttar, og vit arbeiða bæði fyri privat og íðnaðin. Vit reinsa við turrís, granit, glas, kalsium og soda, treytað av uppgávuni.

Turrísurin verur eisini framleiddur til ymisk fjølbroytt endamál, so sum til “special effects” til onkra veitslu, ella til matvøru íðnaðin.

Í 2017 blivu vit umboð fyri Skyvell, og selja nú eisini luktsanering.