Reinsing

Vit reinsa við turrís, granit, glas, kalsium og soda, treytað av uppgávuni sum kan snúgva seg um alt frá at reinsa ein bilmotor til at reinsa eftir eldið ella soppi í einum húsið.

Ring ella skriva til okkum um tilboð.
Ring ella skriva til okkum um tilboð.

Turrís:

Turrísur er vanliga navnið fyri fryst C02. Navni kemur av tí at turrísurin tinar ikki til vætu, men ferð beineiðis úr føstum formi til gass.

Nýtsluøkið:

  • Soppareinsing.
  • Heilsu og sjúkrarøkt
  • Matvøruíðnaðin, íðnaðar reingerð, tekniska tilgongdir, ”Special Effects” o.a.

Ymiskar slóðir um reinsing við turrísið:

Granit:

Granittblásing er eitt alternativ til sandblásing ið kann vera ov hart til yvirflatuna og har turrísblásing kann vera ov veikt.

Nýtsluøkið:

  • Reinsing av grafitti, trevjuglas bátar.
  • Betongfacadir, alikør o.a.

Glasperlur:

Glasperlur nýtast serliga til reinsing av alminium tí glasblásing gevur eitt snøgt og javnt úrslit.

Nýtsluøkið:

  • Blásing av alminium, rustfrítt stál, plast, kopar og messing.
  • Minnismerkir og listaverk sum eru dálka av sót o.a.

Kalsium:

Kalsium er sera milt og virki at reinsa við. Evnisligi struktururin líkist granit, marmor og kálksteinar, sum gerð kalsium sera egna til endurnýggingar ætlanir.

Nýtsluøkið:

  • Blásing av alminium, plast, kopar, messing og rustfrítt stál.
  • Minnismerkir, bygningar og listaverk sum eru dálka av sót o.a.

Soda

Soda er ein sera umhvørvisgóður og mildur háttur at reinsa yvurflatur við. Blásing við soda kan gerast uttan at breiða útyvur ella taka burtur glas, krom og gummilutir. Blásing við soda skaðar ikki jarn, stál, aluminum, træ, trevjuglas, gummi, plastik, krom, glas og rustfrítt stál. Soda er vandaleyst og kan vaskast burtur við vatnið.

Nýtsluøkið:

  • Sera virki at reinsa alminium, plast, kopar, messing, rustfrítt stál og feitt.
  • Minnismerkir og listaverk sum eru dálka av sót o.a.